Ónsdagin 3. mai 2026 var sonevndi barnaverkætlanardagurin hildin í Vági, har umboð úr øllum landinum fyri skúlar, stovnar, ráð, feløg, dagstovnaøkið og onnur, ið er viðkomandi ella áhugavert fyri, savnaðust til ein dag, har royndirnar farna árið við netverksamskipara í Vági á barnaøkinum vóru á breddanum, samanvið komandi barnalóg og framtíðarætlanum.
Tað eru eitt ár og tríggir mánaðir síðani, at barnaverkætlanin við einum netverksamskipara byrjaði sum ein royndarætlan í Vágs kommunu. Hetta var 1. mars 2025, og var hetta samstarv millum Vágs kommunu og Barna- og útbúgvingarmálaráðið.
Byrjað varð við einum stuttfilmi, ið lýsir Vág, og møguleikar og tilboð, ið Vágur hevur at bjóða.
Stór luttøka
Magnus Pauli West, trivnaðarleiðari í Vágs kommunu, bjóðaði øllum luttakarum vælkomnum, og upplýsti, at 86 luttakarar teknaðu seg til dagin. Hann greiddi síðani frá skránni fyri dagin.
Borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, beyð eisini luttakarunum vælkomnum til Vágs. Hann greiddi frá barnaverkætlanini, har Vágur er royndarkommuna.
-Okur vilja í Vági gera alt fyri, at børn hava góðar møguleikar í uppvøkstrinum í Vági, segði borgarstjórin, ið eisini takkaði øllum, ið møttu til tiltakið.
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, var burturstaddur, men sendi videoheilsan. Hann rósti teimum, ið hava havt við barnaverkætlanina at gera, fyri at hava dirvi at bróta upp úr nýggjum.
Magnus Pauli West, trivnaðarleiðari í Vágs kommunu, greiddi síðani frá, hvussu hetta við barnaverkætlanini byrjaði við Vágs kommunu sum royndarkommunu.
Eftir prát um, at børn í Føroyum stríðast við ymiskt, tó at tað annars gongur væl í Føroyum, so varð hugt til Íslands, hvussu tey gjørdu har. Síðani varð samband við føroyskar mundugleikar, og har nevndu tey barnaverkætlanina. Soleiðis kom samstarv í lag, har Vágur í eini 3 ára verkætlan gjørdist royndarkommuna, og netverkssamskipari varð settur í starv.
Síðani vóru tvey longri innsløg á skránni, har høvuðsrøðarar fingu orðið.
Tann fyrra var Synnøve av Rana, verkætlanarleiðari í Barnaverkætlanini.
Hon greiddi millum annað frá samstarvinum millum partarnar í Barnaverkætlanini, og segði, at leikluturin hjá myndugleikunum í stóran mun er "faciliterandi”.
Alt byrjaði við einum semjuskjali, og at alt barnaøkið varð lagt undir eitt og sama aðalráð. Í 2023 varð byrjað við ymsum arbeiðsbólkum, og hugt var eftir, hvussu londini kring okkum bera seg, at og íblástur fekst úr Íslandi, Skotlandi, Svøríki og Danmark.
-Vit vita meira um, hvussu smolt trívast, enn hvussu okkara børn trívast, segði Synnøve av Rana m.a.
Sunrid Hansyardóttir Olsen er sett sum netverkssamskipari í Vági, og hevur virkað í eitt ár.
Hon greiddi frá, hvussu hon hevur arbeitt sum samskipari. Hon legði fyri við at siga eina søgu um ein drong. Hetta var íspunninsøga, sum tó vísti á, at ofta kom hjálpin ikki, fyrr enn tað var ovseint, og endamálið við netverkssamskiparanum er, at øll hava rætt til hjálp, og arbeitt verður fyribyrgjandi og við at veita hjálp, innan trupulleikarnir vaksa seg stórar.
Effektivisering og broytingar merkjast longu nú, vísti Sunrid H. Olsen á. Hon vísti eisini á ymiskar útsagnir frá lærarum, og øðrum, ið vístu á, hvussu munadygg skipanin við netverksamskipara hevur verið, og hvussu nógv tað hevur lætt um í gernadisdegnum.
Forkvinnan í sosialu- og heilsunevndini í Vágs kommunu, ið ikki fekk luttikið í tiltakinum, sendi videoheilsan.
Rakul í Lágabø nevndi millum annað, at øll arbeiða útfrá felagsábyrgd av, at børnini hava tað gott.
Síðani fekk John Henrik Holm, skúlastjóri í Vágs skúla, orðið.
Hann vísti á, at síðani Sunrid H. Olsen byrjaði í samskipararstarvinum, hevur hetta broytt gerandisdagin í skúlanum grundleggjandi.
Hann vísiti á, at bæði lærarar og foreldur kenna, at hjálp er tilstaðar og at hon riggar.
Og vit hava nú ein, sum fylgir málinum tætt, vísti skúlastjórin á.
Síðani var høvi at seta teimum spurningar, ið høvdu havt orðið, og Magnus Pauli West tók samanum.
At enda varð bræv lisið upp. Dania Johansen, lærari, hevði týtt úr enskum, og las upp. Eitt bræv frá pápa til son. Ein 100 ára gamal tekstur, ið tó kann tykjast tíðarleysur.
Brot úr longri grein - greinin kann lesast í fullari longd á Barnaverkætlanardagur hildin á Eiðinum í Vági - Vágs Kommuna og har eru eisini fleiri myndir at síggja.
Myndir: Bjartur Vest
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##















