Skuldsetti hevur verið undir illgruna síðan 2024

- Hin skuldsetti er dømdur tríggjar ferðir í Noregi árini millum 2005 og 2018, vita norskir miðlar at siga

Í mai í ár fekk ein norskur ríkisborgari í 50-árunum status sum skuldsettur í málinum um norsku ríkmanskonuna, Anne Elisabeth Hagen, sum sporleyst hvarv úr heimi sínum hin 31. oktober í 2018.

 

Norska løgreglan sigur, at tey í loyndum hava havt eyguni við manninum síðan 2024. Fleiri fólk hava verið skuldsett í málinum, men eingin er nakrantíð ákærdur, og nú eru allar skuldsetingar sleptar.

 

Undantikið hendan eina, sum er nýggj, og sum almenningurin fekk at vita um farna vikuskiftið. Maðurin er skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av Anne Elisabeth Hagen. Eingin veit við vissu, hvat hendi kvinnuni. 

 

Verjin hjá tí skuldsetta, Victoria Holme, sigur, at maðurin, sum nú er skuldsettur, vísir aftur, at hann yvirhøvur hevur nakað við hendingina, tá norska ríkmanskonan hvarv, at gera.

 

Victoria Holme sigur, at maðurin herfyri varð gjørdur kunnugur við, at hann í fleiri ár - og í loyndum - hevur verið kannaður av norsku løgregluni, og at hann er skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp.

 

Norska løgreglan sigur, at maðurin hevur verið í kikaranum hjá løgregluni og hevur verið undir illgruna í málinum síðan 2024.

 

- Málið snýr seg um teledátur og koyring um bummar - ella bummpasseringar, sum løgreglan málber seg.

 

Løgreglan vil ikki svara spurninginum um, hvat veruliga grundarlagið fyri skuldsetingini er, og verjin sigur, at løgreglan ikki hevur annað at fyrihalda seg til enn teledátur og bummarnar.

 

- Soleiðis, sum eg kenni málið higartil, tykist grundarlagið í høvuðsheitum vera, at maðurin, sum nú er skuldsettur - eins og ógvuliga nógv onnur - var í Lørenskog henda dagin, tá Anne Elisabeth Hagen hvarv, sigur verjin.

 

Victoria Holme sigur, at hin skuldsetti hevur brúkt rættin, hann hevur, um ikki at úttala seg yvirfyri løgregluni. Løgreglan sigur, at maðurin er ikki avhoyrdur, og tey hava higartil ikki biðið um avhoyringar av honum.

 

Løgreglan sigur, at í løtuni taka tey eingi rættarlig stig og soleiðis, sum støðan er beint nú, fara tey ikki at biða um, at maðurin verður varðhaldsfongslaður.

 

##med2##

 

Einki er frætt um, hvørt hin skuldsetti hevur havt nøkur sambond við Anne Elisabeth Hagen ella mannin, Tom Hagen, og løgreglan vil einki siga um hetta. Løgreglan vil heldur einki siga um, hvørt onnur eru undir illgruna - ella eru skuldsett í málinum.

 

Tv2.no veit at siga, at hin skuldsetti áður hevur havt bústað í Svøríki, men er nýliga skrásettur at búgva í Lørenskog í Noregi, har Anne Elisabeth Hagen sporleyst hvarv.

 

Norski miðilin veit at siga, at hin skuldsetti er dømdur tríggjar ferðir í Noregi árini millum 2005 og 2018.

 

Hann er bæði dømdur at sita í fleiri ár, eins og hann hevur verið dømdur at gjalda 10 milliónir norskar krónur fyri fíggjarlig lógarbrot.

 

Meira um málið um hin skuldsetta kann lesast á leinkjuni her niðanfyri - 

 

https://www.tv2.no/nyheter/lorenskog-saken-siktet-mann-mistenkt-siden-2024/18897440/

 

##med3##

 

 

 

Maður Anne Elisabeth Hagen, ríkmaðurin, Tom Hagen, er ikki skuldsettur meira

Løgreglan hevur eingi prógv ímóti Tom Hagen, og tí er skuldsetingin móti honum slept