Tað skrivar Frihedsbrevet.
Sambært miðlinum hava næmingar havt atgongd til heimasíður og talgildar tænastur, sum ikki eru loyvdar undir próvtøku. Millum annað skal talan hava verið um sosialar miðlar, vitlíki og samskiftispallin Microsoft Teams.
Keldur hjá Frihedsbrevet siga, at Teams eisini skal hava verið brúkt til samskifti millum næmingar – ikki bara í sama skúla, men eisini millum næmingar í ymiskum skúlum.
Eyðun Gaard, stjóri á Próvstovuni, váttar fyri Frihedsbrevet, at Próvstovan hevur fingið fráboðan um hendingarnar.
– Tað er ov tíðliga hjá okkum at staðfesta, um talan er um snýt ella ikki. Fólkaskúlarnir arbeiða í ár við opnum neti, eisini undir próvtøku, men næmingarnir skulu sjálvsagt halda seg til nakrar skilhaldsreglur undir próvtøkuni, sigur hann.
Málið varð sambært Frihedsbrevet avdúkað, tá starvsfólk í einum skúla eftir eina próvtøku kannaðu teldurnar hjá næmingunum og varnaðust, at óviðkomandi heimasíður og tænastur vóru brúktar.
Nærri kanningar vístu sambært miðlinum, at næmingar úr í minsta lagi fýra øðrum skúlum eisini høvdu verið partur av samskiftinum.
Allir viðkomandi skúlarnir eru knýttir at Skúlaneti, sum er felags kt-skipanin hjá føroyska skúlaverkinum.
Sambært Frihedsbrevet er tað Nema, ið umsitur netið og sum hevur ábyrgd av trygdini og at avmarka atgongdina til óviðkomandi talgilt tilfar.
Men tað er ikki rætt sambært Nema.
– Nema hevur fingið boð frá Gjaldstovuni um, at netini hjá Fólkaskúlanum skulu vera opin undir próvtøkum, meðan netini hjá miðnámsskúlum skulu vera stongd, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Nema við in.fo.
Sambært Frihedsbrevet eru foreldur, Próvstovan, skúlastjórar og flokslærarar kunnað um málið.
Avleiðingin fyri næmingarnar, sum eru tiknir í at hava brúkt ólógligt tilfar ella tænastur undir próvtøku, verður sambært miðlinum, at teir skulu upp til endurpróvtøku.










