Í nátt klokkan tvey leggur størsta vertslandið, USA fyri í bólki D á SoFi leikvøllinum í Inglewood í Kalifornia, har Paraguay verður mótstøðuliðið.
Amerikanska landsliðið má tó klára seg uttan stuðul frá forsetanum, Donald Trump.
Andrew Guiliani, ið er starvsleiðari fyri amerisku HM-fyrireikingarnevndina staðfesti í samrøðu við Talksport, at forsetin ikki kemur til dystin: - Forsetin kemur ikki til setanardystin hjá USA. Hann hevur eina pakkaða skrá, og tí liggur tað ikki fyri hjá honum hesaferð. Men eg veit, at forsetin fer at fylgja væl við meðan HM er í gongd. Sigur Andrew Guiliani við Talksport.
Norðurlendsku sjónvarpsrásirnar: danska TV2 Sport X, norska TV2, svenska TV4 og íslendska RÚV vísa dystin millum USA og Paraguay.











