Ræst fekk heið­urs­løn í al­tjóða vín­kapping

Føroyska matstovan Ræst hevur fingið altjóða viðurkenning fyri vínkort sítt. Á Star Wine List Global Final 2026, sum varð hildin í Skåne í Svøríki, fekk Ræst eina silvurstjørnu í bólkinum Best Medium-Sized Wine List.

Karin Visth, sommerlier á Ræst, sum hevur fingið eina silvurstjørnu á Star Wine List Global Final 2026 fyri vínkortið hjá matstovuni. (Mynd: Ræst)

Ræst var millum finalistarnar í kappingini og endaði sum næstbest í bólkinum. Gullstjørnan fór til 2-stjørnaðu Michelin matstovuna, INDDEE Michelin Indian Fine Dining, í Bangkok.

Í fjør vann Ræst heiðurin sum besta vínkort í Danmark í bólkinum fyri miðalstór vínkort. Tann sigurin gav teimum atgongd til altjóða finaluna, har matstovur úr øllum heiminum kappaðust.

– Vit eru sjálvandi sera fegin um viðurkenningina. Vit vunnu ikki heimsmeistaraheitið, men hetta vísir, at vit hava ein vínkjallara í altjóða flokki, sigur Karin Visth, høvuðs sommelier á Ræst.

Star Wine List er ein altjóða vegleiðari og kapping fyri vínkort á matstovum, og dómararnir teljast millum fremstu vínserfrøðingar í heiminum.

 

##med2##

##med3##

##med4##

 

Karin Visth, sommerlier á Ræst, sum hevur fingið eina silvurstjørnu á Star Wine List Global Final 2026 fyri vínkortið hjá matstovuni. (Mynd: Ræst)