Sonur lesur í Madrid og systurin býr í Las Vegas

- Mær dámar væl at ferðast og sleppa burtur frá vanliga gerandisdegnum. Men, ikki er neyðugt at fara av landinum; her eru góðir møguleikar at leiga hús nakrar dagar, sigur Sigrún H. Brend

 

Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?

- Vit, maðurin og eg, fara onkuntíð í báti til tiltøk, eitt nú í Nólsoy og Hvalvík. Eisini eru góðar umstøður hjá bátum og vitjandi aðrastaðni í landinum.

 

Sigrún H. Brend sigur, at onkur túrur verður eisini gjørdur í fjøllunum, og tað dámar henni væl.

- Vit fara eisini uttanlands. Ein sonur býr í Danmark saman við familju síni, og ein sonur lesur í Madrid. Men, fyri at sleppa undan nógva hitanum í Madrid, fara vit í august. 

Hon vísir á, at tey hava eisini tosað um at fara til Íslands aftur. 

- Í fjør koyrdu vit runt alt Ísland við pick-up'inum hjá okkum. Hetta kann viðmælast, og vit umhugsa at fara aftur. 

Og Sigrún leggur aftrat:

- Og so er tað systir mín, Bjørg, sum býr í Las Vegas, men tað verður neyvan heldur í ár, at vit fara vestur um hav. 

Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja? 

- Eg mangli eina oyggj, og tað er Lítla Dímun. Hvalbingar skipa onkuntíð fyri túri út í oynna. Tað hevur ongantíð ligið fyri hjá mær, men tað verður ein sjønnan dag, sigur hon. 

Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast? 

- Mær dámar væl at ferðast og sleppa burtur úr vanliga gerandisresinum. Ikki er neyðugt at fara av landinum; her eru góðir møguleikar at leiga hús nakrar dagar, og uppskriftin er: Góður matur og gott selskap, sigur Sigrún H. Brend. 

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, eru fleiri fólk spurd um sínar ferðaplanir í summar.

 

Lesið eisini: Kvinnan við Føroya kendasta navni

 

https://www.in.fo/news-detail/fia-selma-hevur-verid-i-oellum-oyggjum-i-foeroyum