Prinsessa Ingrid Alexandra kann í framtíðini verða sett sum regentur, tá kongur Haraldur og krúnprinsur Haakon eru burturstaddir. (Mynd: Ole Berg-Rusten/Reuters)

Noreg vil geva Ingrid Alexandru prinsessu størri ábyrgd

Norska Stórtingið ætlar at broyta grundlógina, so Ingrid Alexandra prinsessa kann setast sum regentur, tá bæði Haraldur kongur og Haakon krúnprinsur eru burturstaddir.

Prinsessa Ingrid Alexandra kann í framtíðini verða sett sum regentur, tá kongur Haraldur og krúnprinsur Haakon eru burturstaddir. (Mynd: Ole Berg-Rusten/Reuters)

Sambært norskum miðlum merkir uppskotið, at 22 ára gamla prinsessan í framtíðini kann leiða statsráðsfundir og taka á seg uppgávur sum ríkisleiðari í teimum førum, har bæði pápi hennara og abbi hennara ikki eru tøkir.

Í dag er tað norska stjórnin, sum yvirtekur hesa uppgávuna, um bæði kongurin og krúnprinsurin eru burturstaddir.

Ingrid Alexandra prinsessa er nummar tvey í røðini til norsku trúnuna, aftan á pápa sín, krúnprins Haakon, og verður væntandi fyrsta regerandi drotning í Noregi í nógv ár.

Málið verður lagt fyri Stórtingið 3. november. Fyri at broyta grundlógina krevst minst tveir triðingar meiriluti.

Uppskotið kemur samstundis, sum norska kongshúsið hevur tillagað virksemi sítt, tí Mette-Marit krúnprinsessa stríðist við álvarsliga lungnasjúku.

 

Prinsessa Ingrid Alexandra kann í framtíðini verða sett sum regentur, tá kongur Haraldur og krúnprinsur Haakon eru burturstaddir. (Mynd: Ole Berg-Rusten/Reuters)