MGM og New Line Cinema standa fyri filminum, og sambært Variety Magazine vilja feløgini fegin hava leikstjóran handan Ringanna Harra triologiina Peter Jackson at gera filmin.
Peter Jackson sigur tó við aintitcool.com, at hann als ikki hevur tosað við nakað felag um at gera Hobban, men um so er, at onkur ætlar at lata hann gera filmin, so er Peter Jackson tilreiðar, sigur hann. Sambært The Sun er ætlanin, at filmurin verður í filmshølunum í 2008