Ongland tapti í kvøld 2-1 fyri Íslandi í 1/8 finaluni í EM. Enski landsliðsvenjarin, Roy Hodgson, legði eftirfylgjandi frá sær.
Á tíðindafundi eftir dystin læs hann upp frá einum papíri, har hann hevði skrivað sær nøkur orð.
- Nú er tíðin komin til, at onkur annar tekur yvir hetta unga og svanga liðið. Spælararnir hava verið framúr. Tá eg byrjaði fekk eg at vita, at spælararnir ikki ”spældu fyri landið” og góvu avboð í heilum, men tað havi eg einki sæð til, sigur Roy Hodgson, ið legði frá sær.
68 ára gamli Roy Hodgson hevur verið enskur landsliðsvenjari í fýra ár. Hann hevur verið umstríddur, tí tað eru deildar meiningar um evnini hjá fyrrverandi FCK venjaranum. Nú er so ongin vegur aftur sum enskur landsliðsvenjari.