Høgiklettur sum avlúsingarskip

Alifelagið Marine Harvest Føroyar hevur leigað Høgaklett sum brunnbát til avlúsing.

Alifelagið Marine Harvest Føroyar hevur nú roynt at avlúsa við feskum vatni í Haldarsvík. Felagið hevur leigað nótaskipið Høgaklett at brúka sum brunnbát.

 

Vatnið, sum avlúsað verður við, kemur frá Eiðisverkinum hjá SEV.

 

- Hetta er ein roynd at avlúsa við feskum vatni, og Høgiklettur verður brúktur til at flyta vatn frá Eiðisverkinum, sum liggur beint yvir av alibrúkinum.

 

Tað veit heimasíðan hjá Fiskaaling at siga.