Høgni: Vit tóku ikki av møguleikunum

Allir marginalar koppaðu til EB/Streym

Effodeildin: Høgni Zachariasen hevði ringt við at skilja, at ÍF í dag tapti heili 0-5 ímóti EB/Streymi á útivølli við Margáir í Streymnesi. - Vit hava nógvar málmøguleikar, men vit taka ikki av, og teir skora uppá sínar, staðfesti Høgni aftaná dystin.

 

Niels Pauli Danielsen hjá EB/Streymi lat ongan iva verða um, at teir hjá EB/Streymi fóru eftir sigrinum, men teir høvdu ikki droymt um, at tað fór at ganga so væl við einum 5-0 sigri.

 

Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Høgni Zachariasen og Niels Pauli Danielsen søgdu við Rólant Waag Dam í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2.