Hørður fekk drúgvasta leikbannið

Hørður Askham(B36) spælir ikki aftur fyrr enn mitt í oktober

Hørður Askham hevur fingið leikbann í tríggjar dystir fyri at sparka út eftir Halli Hansson. Tað var um vikuskiftið, tá B36 tapti 2-0 fyri Víkingi í Gundadali, at Hørður Askham verður útvístur.

 

Í gjár skrivaði in.fo, at Hørður Askham fekk ein dyst leikbann, men FSF boðaði skjótt frá, at tað var áðrenn dómarafrágreiðingin varð viðgjørt. Tí var talan ikki um endaliga staðfrsting, tá tað á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum stóð, at Hørður bara hevði leikbann í ein dyst.

 

Sum skilst, so er orsøkin til at hann fær tríggjar dystir, at dómarin ikki metur, at hann verður ertaður í støðuni. Tað verður tað hinvegin mett í støðuni, tá Jákup Johansen(Skála) fær reytt kort í dystinum móti EB/Streymi.

 

Les eisini: Hørður fær helst fleiri dystir

 

Umframt Jákup Johansen og Hørð Askham, so fekk Bárður J. Heinesen(KÍ) eisini reytt kort um vikuskiftið. Hann fekk eins og Jákup Johansen eisini tveir dystir leikbann. Tað var fyri tvíbeinta takling.

 

Les eisini: Hørður fekk ein dyst leikbann

 

Hørður Askham skal nú sita uttanfyri í dsytunum móti NSÍ(ú), ÍF(ú) og EB/Streymi(h).

Sjónbandabrot: Her ber til at síggja reyða kortið hjá Hørði Askham (kvf.fo)

 

Sjónbandabrot: Her ber til at síggja reyða kortið hjá Jákupi Johansen (kvf.fo)

 

Sjónbandabrot: Her ber til at síggja reyða kortið hjá Bárði J. Heinesen (4:05)