Høvi at stuðla langhyli á ólavsøku

Páls-klæðini, sum hava til endamáls at stuðla langhylinum í Vági, verða seld á ólavsøku.

Á ólavsøku verður høvi at keypa sær sonevndu Páls-klæðini - Pálstroyggju, hálsturriklæði, vøttur og húgvu - í sølutjaldinum í Tórsgøtu.

 

Vøkru klæðini fáast við bláari, gulari, grønari og dimt reyðari rond.

 

- Við at keypa Páls-klæði, stuðlar tú samstundis langhylinum í Vági, veit Suðurrás at siga í dag.