Høvuðsstaðurin fekk eina drotningarvitjan

Ferðamannaskipið Queen Elizabeth vitjaði Havnina í dag.

Sjálvt um Magretha drotning avlýsti sína ætlaðu vitjan til Føroyar í summar, so vórðu havnarfólk ikki snýtt fyri eina drotningarvitjan í summar. Fyrr í dag vitjaði nevniliga bretska ferðamannaskipið Queen Elizabeth Havnina.


Skipið er á veg úr Íslandi til Southampton. Ferðin hjá skipinum byrjaði í Southampton, har tey vendu kósina norður eftir til Íslands. Á ferðini varð steðgað ymsastaðni í Írlandi. Í Íslandi varð millum annað vitjað í Reykjavík og Akureyri. Í dag kom skipið so á Havnina, og er tað nú farið víðari til Orknoyggjarnar, áðrenn farið verður aftur til Southampton.


Queen Elizabeth er bygt í 2010, og er uppkallað eftir tí bretsku drotningini. Ein av skiparunum umborð, er føroyska Inger Thorhauge.


Skipið kom á Havnina klokkan átta í morgun, og fór avstað aftur klokkan fýra.