– Klokkan 05.45 varð boðað frá kavagravingini, at tað var eydnast at fáa bilarnar á Velbastaðarvegnum leysar og til Havnar beint áðrenn midnátt í gjárkvøldið, verður sagt av Tórshavnar kommunu í morgun.
Høvuðsvegirnir, har bussarnir koyra, eru ruddaðir. Á vegunum eru nú tríggir stórir traktorar og tvær gravimaskinur.
Klokkan 06 byrjaðu harumfram seks smáir traktorar at rudda gongubreytir.
– Ein steðgur verður helst í ruddingini, nú morgunferðslan byrjar, so fólkið, sum hevur verið í gongd síðani klokkan 04 kunna hvíla seg, verður sagt.