Í dag kl 16.30, fer vágamaðurin Holgar Jacobsen fyri fyrstu ferð at framføra løg úr nýggju fløguni ?Ongan veg?, sum júst er komin út á plátufelagnum TUTL. Hettar er fyrsta solofløgan hjá tí annars so vanda tónleikaranum, sum er kendur m.a frá Tinganest, Holgar og Villmenn og Ghost Riders.
Sum heitið á fløguni sipar til, so ætlar Holgar ongan veg at fara, og vil við fløguni staðfesta eina nýggja byrjan.
10. og seinasta lagið á fløguni ?tíni eygu? er ogna konu Holgar Nomi, eitt innarligt og vakurt lag sum eisini verður at hoyra í TUTLhandlinum í dag.
Við sær hevur Holgar Jóan Jakku á Bass og Finnur J. Jacobsen á slagverk.
Konsertin sum verður í TUTLhandlinum byrjar kl. 16.30.
Meir um fløguna:
Tónleikarar á fløguni eru
Holgar Jacobsen: sang, el-gittar, akk gittar, dobro
Jóan Jakku Guttesen: bass
Rógvi á Rógvu: trummur, ásláttur
Finnur Hansen: tangentar, harmoniku, floytur, akk gittar og kór
Kór: Malan Thomsen
Orð og løg
Holgar Jacobsen (undantikið Ongan veg - orð: Jóhan Jakku Guttesen)
Lagt til rættis: Finnur, Holgar og Jóan Jakku
Upptøka
Finnur Hansen og Holgar Jacobsen. Upptikið hjá Finnur í Tórshavn og hjá Holgari í Sørvági
Mix: Finnur Hansen
Mastering: Finnur Hansen
Gestatónleikarar
Angelika Nielsen: viola á nr. 3 og 7
Ragnar Finnson: twang gittar á nr. 6
Ólavur Olsen: flugelhorn á nr. 10
Kápumynd: Amariel Norðoy
Fløguhúsi: Regin Davidsen