–Tíðin lekir ikki øll sár, men hon økir frástøðuna, sum tá tú hyggur at einum málningi. Stendur tú ov nær, so sært tú hann ikki, men tá tú fert burturfrá, so sært tú skapini. Soleiðis eri eg komin burturúr hesi sváru sorgini. Men arrini eru øgilig, og tey hava merkt meg á fleiri mátar, sigur 56 ára gamli tónleikarin Holgar Jacobsen úr Sørvági, um fleiri tung ár í lívi hansara, sum vóru merkt av sjúku og missi, og sum nú gevur út nýtt staklag, ið markerar eitt nýtt tíðarskeið í lívi hansara.
Nýggja staklagið »Tíðarhvarvið nýggja« varð skrivað ein dagin í SMS, áðrenn føroyska samfelagið, vegna korona smittuvanda, varð sett niður í ferð, og lagið er ein lýsing av hesum gerandismeldrinum, sum mong okkara liva í.
– Eg siti har og hyggi at fólki, sum renna aftur og fram. Eg fór at hugsa um, hvat tað er, sum vit renna eftir. Er tað pengar, er tað heimsins glitur, sum er vektskálin her í verð, spyr hann.
– Vit hava bara lívið eina ferð, so sangurin er bæði ein tanki um, at vit mugu ansa eftir tí, men hann er eisini ein lýsing av, hvussu vit eru í ferð og á gosi, sigur hann.
Tað eru sorgirnar og mótgongdurin, sum hava givið Holgari nýggja perspektivið upp á tilveruna.
Les longri samrøðunu við Holgar Jacobsen í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið og talgildur her