Holgar spælir óútgivið

Í kvøld fer Holgar at spæla nýggju og komandi útgávuna úr enda í annan í Sirkus.

Holgar Jacobsen arbeiðir í løtuni við spildurnýggjari útgávu. Eftir ætlan skal gevast út fyrst í komandi ári, men í kvøld  fer Holgar at spæla nýggju útgávuna úr enda í annan í Sirkus. 




Heitið á nýggju útgávuni er "Fjøtraður", og hon inniheldur 10 løg. Níggju av teimum eru heilt nýggj, meðan tað eina er ein endurinnspæling av lagnum "Slættanes", ið Holgar gav út um aldarskiftið.


Løgini eru skrivað seinastu tíðina, og tekstirnir eru ofta merktir av lívsins beiska veruleika, tulkaður uppá Holgar'sa húðærliga máta. 



Innspælingin fer skjótt í gongd í Studio Bloch og verður gjørd eftir sama live-leisti, sum undanfarnu solofløgurnar "Ongan veg" og "Kanska tú svav". Báðar hava fingið sera góða undirtøku, samstundis sum ummælini hava verið sera positiv.

Konsertin byrjar kl 21.00