Tá landsliðini úr Danmark og Hollandi bresta saman 9. juni koma danir við flogfarið hjá SAS, meðan hollendsku fótbóltssnillingarnar flúgva til Kharkiv á føroyskum veingjum.
Atlantic Airways og hollendska fótbóltsssambandið hava gjørt avtalau um, at føroyska flogfelagið skal flúgva hollendska landsliðið til dystirnar 9. juni móti Danmark og 13. juni móti Portugal í Kharkiv í Ukreina.
Sleppur hollendska liðið víðari í kappingini er væl hugsandi, at tað aftur verður føroyska flogfelagið, sum skal flyta hollendska liðið loftvegis til dystirnar.
Fótbóltsstjørnur eru kortini ikki óvanligir gestir hjá føroysku flogternunum. Føroyska landsliðið, og flestu útlendsku liðini sum vitja í Føroyum, plaga at flúgva við føroyska flogfelagnum til Føroya. Millum teirra, sum hava flogið við føroyska flogfealgnum eru eitt nú Italia, Frakland, Spania, Írland, Rusland, Tjekkia, Eysturríki og Sveits.
Tá danska landsliðið spældi venjingardyst móti Brasilia í Hamburg fyri góðari viku síðani, var tað eisini føroyska flogfelagið, sum flutti danska liðið.
?
?