Franski forsetin, François Hollande, fer at leggja fram eina endurreisingarætlan fyri landsins búskap. Ætlanin umfatar millum annað almennar sparingar, men afturfyri lovar forsetin búskaparligan framburð í Fraklandi um tvey ár.
Tað segði hann í einari sjónvarpssamrøðu í kvøld.
Eygleiðarar í París siga, at boðini skulu sissa teir nógvu fransmenninar, sum eru misnøgdir við kreppuna í búskapinum, og sum finnast at forsetanum, tí at undir valstríðnum fyrr í ár lovaði hann búskaparligan framburð, um hann bleiv valdur.
-Mítt mál er at seta eina kós, sum skal fáa tamarhald á arbeiðsloysinum, bøta um kappingarførið og skerja hallið, soleiðis at vit fáa búskapin aftur á rættkjøl eftir tveimum árum, segði Hollande í samrøðuni. Hann legði afturat, at nýtslan á fíggjarlógini næsta ár verður ikki so mikið sum eina evru størri enn nýtslan á fíggjarlógini í ár.
Í løtuni eru umleið tríggjar milliónir fólk arbeiðsleys í Fraklandi. Forsetin sigur, at vøksturin í arbeiðsloysinum skal steðga innan eitt ár.