Lyngby vann ein flottan sigur á AC Horsens í donsku steypakappingini í gjár, og hevur tryggjað sær pláss í hálvfinaluni. Lutakastið fór fram í dag, og tað lagaði seg soleiðis, at Lyngby skal leika ímóti stórfelagnum, FC Keypmannahavn.
Fyrsta hálvfinalan verður leikt 25. apríl, meðan returdysturin verður 2. mei.