– At vera erligur um, hvør mann er, hevur alt at siga fyri meg.
Soleiðis sigur Fríði Djurhuus, sum er oddamaður í punkbólkinum Joe & the Shitboys. Og hann plagar ikki at leggja fingrarnar ímillum til konsertirnar.
»Vit eru biseksuellir veganarar!« plagar hann at rópa, tá teir koma á pallin.
– Tað er ótrúligt, hvussu lætt tað er at provokera fólk bara við at vera erligur um, hvør og hvussu mann er. At standa á einum palli og rópa, at mann er biseksuellur veganari. So flippa fólk út og fara í kók. Tað er so fokking nemt, flennir hann.
– Summi fólk blíva ill av tí og byrja at snakka. Tey halda, at mann trýstir tað í gronina á teimum. Men heteroseksualitetur verður eisini trýstur í gronina á fólki. Tað hugsar mann bara ikki um, tí tað er meira »normalt«.
Bleiv álopin aftaná eina konsert
Hetta minnir Fríða á eina hending í Klaksvík, har hann bleiv álopin aftan á eina konsert við Joe & the Shitboys.
– Eg veit ikki hví. Klokkan var um fýra, og eg var á veg heim. So leyp onkur á meg og segði »Tín fokking bøssi!«.
– Nógv siga, at homofobi ikki eksisterar í Føroyum. Men eg bleiv álopin og kallaður ein »fokking bøssi« aftan á eina shitboys-konsert, har eg hevði sagt, at eg var biseksuellur. So eg haldi, at mann við vissu kann siga, at homofobiin hevur tað gott í Føroyum, sigur hann.
Les langa samrøðu við Fríða Djurhuus í nýggjasta Vikuskifti hjá Sosialinum. Har læra vit mannin handan »Joe« at kenna. Hann greiðir frá byrjanini til Shitboys og týdningin av at hava eitt so stórt ego, sum hann hevur á pallinum.