Sunneva Thorsteinsson, sum er leiðari á deildini Stíl & Snið á Tekniska Skúla í Havn, er bæði hárfríðkari og kosmetologur. Fyrsta dagin verður hon liðug sum stylecoach, sum hon hevur lært hjá donsku mótadrotningini Tine Owild.
Tá Sunneva Thorsteinsson verður liðug við útbúgvingina, hevur hon millum annað lært at gera eitt garderobutjekk, make-over og at vegleiða fólki í at finna sín egna stíl, sum tey kunnu brúka, tá tey byggja sær eina garderobu upp. Altíð við støði í persóninum, sum hann ella hon er, litum, persónligheit, smakki og starvi hjá viðkomandi.
- Tað nyttar onki, at ein stylistur bara letur fólk í út frá sínum egna smakki. Endamálið er at fáa fólk at kenna seg væl og at trívast í klæðunum, tey eru í, sigur Sunneva Thorsteinsson við Rákið.
Fyri at fáa fólk at trívast, er neyðugt, at tey finna útav, hvat klæðir teimum, og hvussu tey skulu lata seg í. Ein stylecoach kann hjálpa fólki við at finna bestu síðurnar av útsjóndini fram og vísa á, hvussu tær verða gagnnýttar sum best. Hinvegin verður eisini arbeitt við tí, sum fólk eru kedd av. Annaðhvørt við at gera nakað við tað, til dømis at tapa seg, ella við at fáa viðkomandi at góðtaka veikleikan, til dømis eina stóra reyv.
- Tað ber væl til at læra at góðtaka tað, sum vit eru minni glað fyri. Vit eru øll ymisk, og sumt er, sum vit onki fáa gjørt við. Tí hevur tað stóran týdning fyri trivnaðin, at vit læra at góðtaka okkum sjálvi sum vit eru skapt, sigur Sunneva Thorsteinsson, sum brúkar útbúgvingina í starvi sínum á Tekniska Skúla og at halda fyrilestrar kring landið um stíl-coaching.
Ítøkiliga fer ein coaching fram við at kundin fyllir út tvey kort. Eitt datakort við faktuellum upplýsingum og eitt stílkort, sum snýr seg meira um persónliga stílin og smakkin hjá viðkomandi.
- Ein stylecoach lærir teg at hugsa øðrvísi og at flyta fokus, at síggja tað vakra og at verða glaða fyri tað. Eisini hjálpir hon viðkomandi at finna loysnir, har hann ella hon heldur seg hava tørv á hjálp og vegleiðing, sigur Sunneva Thorsteinsson, sum hevur verið niðri tveir dagar um mánaðin seinasta hálva árið í sambandi við útbúgvingina. Útbúgvingin er í stóran mun bygt upp við heimauppgávum, og hevur hon kostað henni millum 50-60.000 krónur við øllum.
--
Sunneva Thorsteinsson um…
…feilkeyp
Flestu gardarobur eru á tremur við feilkeypum. Hugsa um, at tað, sum tú keypir, skal hóska til minst trý onnur ting í garderobuni.
… skógvar
Tú kanst altíð bjarga einum dressi við lekkrum skóm. Umvent oyðileggja ljótir skógvar eitt og hvørt dress.
…stivlar
Lat so nógv av beininum sum gjørligt vera sjónligt millum stivlakantin og niðurdeilin. So sært tú hægri út.
…útiklæðir
Brúka nógvar pengar upp á lekkrar frakkar, taskur og skógvar. So sært tú altíð gott út.
…grundklæðir
Má eiga ein svartan kjóla, einar penar svartar buksur og einar kovboybuksir, sum sita væl
…beltir
Legg ongantíð eitt belti inn í eina dellu.
…fokus
Ver neutralt ílatin, har tú ikki vilt hava fokus. Undirstrika fyrimunir við onkrum, sum fangar
…skógvar við hæli
Fyri hvønn sentimetur av hæli, verður rumpan lyft ein sentimetur upp
…húð og hár
Keyp hárevni hjá frisørinum. Brúka hárkur og andlitsmasku eina til tvær ferðir um mánaðin
…gardarobuna
Kanna, hvussu nógvar pengar tú eigur klæðir fyri, og tú fært eitt sjokk. Lærir tú at keypa rætt hvørja ferð, og bara tað, sum tú manglar, kanst tú eisini loyva tær at keypa dýrari merkir úr góðum tilfari, sum sita, sum tey skulu
--
Myndatekstur:
Sunneva Thorsteinsson hevur lært til stíl-coach hjá Tine Owild, sum eisini hevur skrivað bók um evnið. Í bókini hevur hon eitt yvirlit yvir tað, sum hon rópar eina grundgarderobu. Hetta er hugskot til, hvat kann vera í einari garderobu hjá einari kvinnu.
--
Grundgardaroba
Undirklæði
6 brósthaldarar
12 pør av trussum
T-blusur
6 við stuttum ermum
5 við longum ermum
Toppar
3 stroppa-toppar
3 aðrir toppar
Blusur
3 aðrar blusur
Skjúrtur
4 penar skjúrtur
2 vanligar skjúrtur
Troyggjur
2 cardigans
2 tjúkkar troyggjur
3 pullovers
Buksur
2 pør av kovboybuksum
3 pør av penum buksum
2 pør av heimabuksum
2 pør av ¾ longum buksum
Kjólar og niðurdeilar
2 kjólar
3 niðurdeilar
Uttanduraklæðir
2 klædningsjakkar
1 vár/summarjakka
1 vár/summarfrakka
1 heyst/vetrarjakka
1 heyst/vetrarfrakka
Skógvar/stivlar
3 pør av stivlum
3 pør av vanligum skóm
2 pør av høgum sandalum
2 pør av fløtum sandalum
2 pør av flættiskóm
1 par av løriftskóm
1 par av vetrarstivlum
Tilhoyr
5 belti
1 ur
2 pør av sólbrillum
2 turriklæði
2 hálsturriklæði
1 kvøldtaska
1 hondtaska
1 stór taska/net
Smúkkur
Annað
1 veitslukjóli
1 klædning
--