Hon var púrasta ovfarin

- Fylgir tú ikki við í kappingum av hesum slag, so er so slettis eingin møguleiki at vinna, sigur Marianna Nolsøe, sum nú kann bjóða 17 fólkum við sær til Lalandia at ferðast

Vinnari

- Hvat gera tit her?, vildi Marianna Nolsøe hava at vita, tá Sosialurin í gjár hevði leitað sær niðan á Tjaldurs Apotekið í Havn.
- Far nú burtur við hasum myndatólinum. Fólkini halda, at okkurt er heilt galið!
Ørindi okkara vóru at siga frá, at Marianna átti virðismikla seðilin, tá lutur varð kastaður um vinnaran av stóru jólakappingini hjá Sosialinum.
Og tá hon so fekk at vita, at hon saman við 17 øðrum nú kundi fara til Lalandia á summaferð, var hon sjálvandi ovurfegin.
- Tað skal eg halda við. So noyðist eg at bjóða “venner og bekendte”. Børnini eru tvey í tali, og tey saman við teirra verða sjálvandi boðin. Men so má annars fara at finna útav, hvussu restin av ferðalagnum skal síggja út, sigur hon flennandi.
Og hóast bilsin, so er hetta nú ikki fyrsta ferðin, at Marianna vinnur góðan vinning.
- Eg havi vunnið í V4 einaferð, og eina ferð havi eg eisini vunnið í happadráttinum. Eg vil ikki siga, at eg spæli við hvørjaferð, men er ein kapping, sum t.d. tann í Sosialinum, so royni eg at fylgja við. Gert tú ikki tað, so er so slettis eingin møguleiki at vinna.
- Og so kundi eg kanska lagt afturat, at kanska er hetta eitt gott arbeiðspláss í so máta. Seinast tit høvdu slíka kapping, endaði vinningurin eisini her á Apotekinum, so tað hevur nokk sínar fyrimunir at vera her, flennir Marianna.