Hon veit hvar "skápið" skal standa

Hon er innanduraarkitektur, men ætlar sær ikki at seta seg niður sum ein onnur skrivstovumús at tosa við fólk. Hennara fartelefon verður í fyrsta lagi hennara arbeiðsamboð, og tá ið fólk, handlar, matstovur, virkir ella stovnar ringja um ráðgeving og vegleiðing, fer hon á gátt at hyggja upp á umstøðurnar og saman við viðskiftafólkunum at finna út av, hvør teirra tørvur er

Ráðgeving

"Rákið innan innrætting er í løtuni, at alt ber til. Litsamansetingar og samansetingar millum nýtt og gamalt. Eingin generell regla er fyri hesum. Tó eru nakrar óskrivaðar reglur, sum tú skalt fylgja, so alt ikki endar í einum hurlivasa. Tað krevst ein hárfín balansa at fáa tað at eydnast. Fert tú yvir um strikuna, oyðileggur tú alt..."
Soleiðis skrivaði ein kvinna úr Vestmanna í eini grein í februar eini grein, sum snúði seg um heilt onnur viðurskifti.
Men hon kundi ikki lata vera, sjálvt um greinin í fyrsta lagi snúði seg um støðuna á Listasavni Føroya.
Og hon helt fram:
"Innrættingin hevur størri týdning fyri trivnaðin, enn fólk flest geva sær far um. Á arbeiðsplássum økist vælveran hjá teimum, sum har eru og í handlum mennist keypihugurin hjá viðskiftafólki munandi. Ofta er tað ikki so nógv, sum skal til, men tað er broytingin, sum ger munin. Tey trý Fini - Form, Farve og Funktion skulu ganga upp í eina hægri eind, og tá verður úrslitið væleydnað..."
Kvinnan, vit tosa um og fara at tosa við í hesi greinini, er Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir, ið varð liðug við útbúgvingina sum innanduraarkitektur í 1990.
Samstundis, sum hon hevur verið í øðrum størvum øll árini, síðan hon tók útbúgvingina, hevur hon í síni frítíð tikið sær av ymiskum ráðgevingaruppgávum fyri eitt nú stovnar, fyritøkur, virkir, matstovur, handlar og privatfólk.
Nú hevur hon so stovnað firmaið, Interior og fer burtur av at leggja seg eftir at veita ráðgeving og tænastu við tilknýti til sína útbúgving sum innanduraarkitektur.

Eingin skrivstovumús
Sjálv sigur Gunnbjørg, at hon bjóðar seg fram at veita ráðgeving innan innrætting, geva íblástur til persónligan stíl, vegleiðing um rætta tilfarið og at koma við hugskotum til tað perfekta rúmið, sum hon tekur til.
Hon ætlar sær ikki at seta seg niður á eini skrivstovu at tosa við fólk. Hennara fartelefon verður í fyrsta lagi hennara arbeiðsamboð, og tá ið viðskiftafólk ringja, fer hon á gátt at hyggja upp á umstøðurnar og saman við viðskiftafólkunum at finna út av, hvør teirra tørvur er.
- Semjast vit um, at eg skal koma við vegleiðing og góðum ráðum, eri eg til reiðar at geva tilboð upp á bæði smátt og stórt, sigur Gunnbjørg, sum er spent eftir avbjóðingini, nú stundir verða at átaka sær uppgávur sum innanduraarkitektur burtur av.
Hon er eisini til reiðar at arbeiða út um alt landið.
- Sjálvandi fari eg ikki til Suðuroyar til eina einstaka lítla uppgávu, men so skjótt grundarlag er fyri tí, eri eg til reiðar at ferðast kring landið. Tað er bara at ringja og spyrja seg fyri, tí einki er avgjørt upp á forhond. Kanska hevur onkur annar longu ringt, so eg knappliga ein dag fari um Suðuroyarfjørð at hjálpa fólki við góðum hugskotum. Tað er ikki neyðugt, at vanlig smáttaríir hjá privatfólki nýtast at kosta tað heilt stóra, sigur hon.

Fjølbroyttar uppgávur
Hóast Gunnbjørg longu hevur havt fleiri uppgávur í síni frítíð, bæði størri og smærri, er tað ikki fyrr enn nú, at hon veruliga bjóðar seg fram.
- Í løtuni eri eg hjá Svend Krosstein, sum skjótt fer at lata upp í nýggjum hami. Mín uppgáva er at koma við hugskotum, tosa við handverkarar og onnur og seta tey í gongd, soleiðis at endamálið at geva handlinum eitt nýtt andlit, verður rokkið.
Hon hevur eisini givið móttøkuni hjá Føroya Lívstrygging eina andlitslyfting bert fyri at nevna nakrar av teimum uppgávum, hon hevur havt.
- Arbeiðið hjá einum innanduraarkitekti spennir rættiliga víða. Talan kann vera um innrætting, skilaveggir, val av innbúgvi, plasering av møblum, lampum, uppheingjan av málningum og myndum, vindeygapynt og litir.
Gunnbjørg heldur ikki, at munurin at innrætta eitt ellisheim ella ein stovn og so at innrætta eitt privatheim, er so stórur.
- Proseduran er hin sama; tað er bara hvør sín mátistokkur.
Hon vísir á, at arbeiðið hjá einum innanduraarkitekti og hjá einum dekoratøri liggur so mikið tætt, at hon eisini bjóðar seg fram at pynta handilsvindgeygu ikki minst, nú jólastákanin fer at nærkast.

Hevur stóra ávirkan
Gunnbjørg sigur, at tað hevur stóra ávirkan á okkum menniskju, hvussu rúm eru innrættað, og hvørjir litirnir eru.
- Hesi viðurskifti kunnu ávirka okkum sálarliga og arbeiðsliga. Allastaðni snýr tað seg um at nøra um trivnaðin, bæði hjá starvsfólki og viðskiftafólki. Er ein handil innbjóðandi at koma í, økir tað eisini um keypihugin hjá fólki. Men tað nyttar einki, at rúm eru vøkur, um tey ikki kunnu brúkast í gerandisdegnum.
Hon vísir á, at læran hjá einum innanduraarkitekti so sanniliga ikki bara snýr seg um litir.
- Hetta er nevniliga ein lítil partur av øllum. Vit læra bæði um bjálving, ventilatión, el, ketlar, oljufýr, byggitilfar og mangt, mangt annað.
Men, leggur hon aftrat:
- Tað er eisini neyðugt, at tú heldur teg dagførdan við at lesa um bygging og innrætting, hyggja at ymiskum tilfari, sum er á marknaðinum og annars kunna teg um tað, sum nú einaferð rørist á økinum.
Nú so nógv verður tosað um dýra olju, kunnu vit leggja aftrat, at Gunnbjørg hevur sjálvreinsandi og orkusparandi vindeygu í húsunum í Vestmanna, sum hon hevur góðar royndir við.

Ymisk arbeiði og tó...
Hon hevur arbeitt í fleiri ár hjá Termovirkinum, og hon hevur eisini starvast hjá Per á Hædd.
- Sjálvt um hesi arbeiði ikki hava havt beinleiðis tilknýti til mína útbúgving, havi eg kortini lutvíst kunnað brúkt útbúgvingina, tá ið ræður um eitt nú vindeygu, rútar og myndir, og somuleiðis havi eg sum sagt havt møguleikan at arbeitt við ráðgeving og vegleiðing í míni frítíð, sigur Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir, innanduraarkitektur, sum annars er at hitta á fartlf. 258543