Hon vil framvegis einki siga

Landsstýriskvinnan vil framvegis ikki geva løgtingskvinnu teir upplýsingar, hon biðjur um

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, vil framvegis ikki siga, hvørji tilmæli hon fekk, tá ið hon valdi nýggja nevnd fyri Bústaðir. Herfyri valdi hon nýggja nevnd fyri Bústaðir og serliga vakti tað ans, at Regin Hammer, sum eisini er fulltrúi í Almannamálaráðnum, og sostatt er embætisfólk hjá landsstýriskvinnuni, er formaður.

 

Síðani hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fingið fýra fyrispurningar um nevndarvalið og í hesum sambandi hava fleiri spurningar verið um, hvør hevur givið henni tilmæli um, hvør skuldi veljast í nevndina. Men tað hevur hon ikki vilja sagt – og hon vil heldur ikki siga tað nú, Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, fyri aðru ferð, hevur spurt hana, hvørjum tilmælum hon fylgdi, tá ið hon valdi nevndarlimirnar.

 

– Ein uppgávan hjá tingfólkum er at hava eftirlit við, hvussu landsstýrisfólk umsita málsøki síni. Tí eiga tingfólk at fáa at vita, um tað liggur frámæli frá umsitingini ella frá aðalstjóranum í Almannamálaráðnum í málinum um at velja limir í nýggja stýrið fyri Bústaðir, sigur hon.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at tað er uppgávan hjá henni at velja stýrið fyri Bústaðir, og tað hevur hon gjørt, men hon ætlar framvegis ikki at siga nakað um, hvørji tilmæli, hon hevur fingið, ella ikki fingið.

 

– Eg havi tikið avgerð og valt stýrið, og meti, at fólkini eru væl skikkað, og hava eina fjølbroytta vitan. Tilsamans hevur stýrið gott innlit í bygging, búskaparfrøði og fígging og gott innlit í sosiala øki, sigur landsstýriskvinna. Hon leggur afturat, at eisini eru tveir av limunum endurvaldir til tess at tryggja framhald.

 

Og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur endurtekur, at heldur ikki hesa ferð ætlar at upplýsa um nøkur tilmæli eru, ella ikki, tí tað eru  innanhýsis skjøl hjá fyrisitingini, sum alment innlit heldur ikki verður latið í.