Hon vil ikki lova føroyingum nakað

Føroyingar í Danmark kunnu koma í eina støðu, sum er heilt burturvið, men Mette Frederiksen kann ikki lova nakað

– Eg kann ikki lova føroyingum nakað. Tað var boðskapurin frá Mette Frederiksen, forsætisráðharra í Danmark, í Fólkatinginum í morgun.

Ætlanin er at seta eina lóg í gildi  um, at trúarsamfeløg í Danmark, sum brúka eitt annað mál enn danskt, skulu týða sínar prædikur, og talur, til danskt.

Endamálið við hesum er at forða fyri fyri at víðgongdir muslimskir prestar sleppa at breiða ein hatskan boðskap ímóti Danska samfelagnum, ímóti jødum, og øðrum.

Tað er eyðsæð, at slíkt fer fram í moskum, og ein avleiðing av tú hevur verið, at fleiri ungir danir fóru til Sýria at stríðast fyri Isis.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur reist málið fyri donsku stjórnini tí hann sigur, at ein óheppin avleiðing av hesum, er, at føroyskar samkomur og kirkjur í Danmark, verða lagdar undir ógrundaðan illgruna, og verða noyddar at seta tíð og orku av til at týða sín boðskap til danskt.

Men higartil hevur hann ikki fingið donsku stjórnina at vátta, at hetta ikki verður galdandi fyri føroyskar kirkjur og samkomur í Danmark.

Og í Fólkatinginum nú í morgun, vildi Mette Frederiksen heldur ikki lova nakað um, hvat úrslitið av hesum verið.

Hon virðir, at tað verður prædika á føroyskum í Danmark og tey hava aldrin havt trupulleikar av føroyskum, katólskum, fronskum, og øðrum kirkjum í Danmark.

Men víðgongdir musimskir prestar, sum prædika hatur í moskum í Danmark er ein trupulleiki, sum vit skulu gera nakað við. Men hvat úrslitið verður fyri føroyskar samkomur, fái eg einki sagt um, sigur hon.

Sjúrður Skaale endurtók, at hann fer a fylgja málinum upp, tí hetta er ein støða, sum er púra burturvið.