HONDBÓLTUR
Nú hondbóltskappingarnar hjá bæði kvinnum og monnum eru komnar til endaspurtin, verða dómararnir alsamt færri í tali. Innan fyri eina viku eru tvey dómarapør ikki til longur, tí annar dómarin í hvørjum pari fer av landinum, og haraftrat flutti ein royndur dómari av landinum fyri einum mánaði síðani.
Greitt er, at beiggjarnir Kristian og Karsten Joensen úr Klaksvík ikki døma fleiri dystir hetta kappingarárið, tí í vikuni flytir Kristian til Danmarkar. Sum skilst, gevst Karsten samstundis.
Og tá dystirnir sunnudagin eru farnir aftur um bak, er dómaraparið Ragnar Simonsen og Rúni Mohr heldur ikki til taks í teimum báðum seinastu umførunum í Sunset- og Atlantic Airways-kappingunum. Ragnar fer um eina viku fer av landinum í privatum ørindum og verður burturi í tríggjar vikur. Hann kemur ikki aftur fyrr enn 5. apríl, sum er dagin eftir seinasta landskappingarumfarið.
Frammanundan er Hans Thomassen fluttur av landinum, so hann og Hanus Kúrberg ikki longur eru eitt dómarapar, sum er til taks. Síðani Hans flutti niður, hevur Hanus tó havt Hannis Wardum aftur at sær.
Fleiri skulu døma
Henda brádliga íkomna støðan kemur ikki júst væl við, tí frammanundan er úrvalið ikki alt ov stórt. Kortini er formaðurin í Hondbóltssambandinum vísur í, at dómarar verða til allar teir írestandi dystirnar.
– Hetta er ein nokk so nýggj støða, sum vit fara at tosa saman um nú. Men vit hava nakrar dómarar til taks, sum vit eisini kunnu brúka hesi seinastu landskappingarumførini. So eg síggi ikki so svart upp á tað, sigur Kristian Johansen, ið røkir umsitingina av dómarunum í kappingunum hjá kvinnum og monnum.
– Ragnar kemur aftur áðrenn FM-finalurnar, so har kann hugsast, at hann og Rúni verða at síggja aftur. Birgir Sondum hevur dømt onkrar dystir saman við Thomas Juul Thomsen, umframt at Hannis hevur hjálpt Hanusi. Eg havi enntá sjálvur traðkað til, tá onkrum dómara hevur borist frá.
Kristian Johansen sigur, at tað er ein støðugur trupulleiki, at ov fáir dómarar eru. Men nú fer Hondbóltssambandið at gera nakað við málið, so fleiri kunnu vera til reiðar at døma, tá næsta kappingarár fer í gongd.
– Í august ella september mánaði fáa vit ein danskan instruktør til Føroya, sum fer út til feløgini at leggja lag á. Tað eru jú fyrst og fremst tey, ið mugu taka seg saman, tí tað eru framvegis fleiri feløg, ið als ongar dómarar hava, sigur formaðurin í Hondbóltssambandinum.
– Eitt nú eru eingir dómarar úr tveimum so stórum feløgum sum VÍF og StÍF, og tað ber ikki til. Tí fara vit eisini til komandi kappingarár at seta feløgunum krav um, at tey øll skulu hava dómarar tøkar.