Í kvøld fer hondbóltslandsliðið aftur á vøllin. Hesaferð ímóti Sveis. Tað gleðiliga er, at okkara landslið hesaferð er mannað við best hugsandi spælarum. Til seinastu dystirnar vóru tíverri ikki allir okkara bestu spælarar við vegna karantenu. Hóast henda karantena nú er farin úr gildi, so er kortini rætt at tríva í hetta málið enn einaferð.
Vit hava øll hoyrt um landssliðið, sum spældi á Balkan og har fleiri av spælarunum eftir dyst endaðu í býnum ímóti teimum óskrivaðu reglum, sum annars er fyri spælarum á slíkari ferð. Vit duga ikki taka dagar ímillum, hvør gjørdi hvat og hvør hevði rætt ella ikki. Men niðurstøðan hjá tí sera avgjørda landsliðsvenjaranum varð so tann, at hann kundi ikki góðkenna framferðina hjá fleiri av spælarunum og setti tí fleiri teirra í karantenu við tí avleiðing, at landsliðið mátti spæla týðandi dystir við einum amputeraðum liði.
Ikki nóg mikið við tí. Ein av spælarunum og kanska okkara besta trumpkort í altjóða dystum, fekk enn harðari revsing, nevniliga forboð fyri at spæla á landsliðnum alt hetta árið. Orøkin skuldi vera tann, at hann hevði gingið venjaranum ov nær við at kritisera hann alment. Vit eru ikki førir fyri her at siga júst, hvat er hent og hvør hevur ”skyldina” í hvørjum. Sjálvandi hevur ein venjari við síni ábyrgd eisini skyldu til at krevja disiplin av spælarunum. Hinvegin tykist tað vera eitt sera drastiskt stig at taka at geva spælara karantenu fyri eitt heilt ár, tá vit eru við í so avgerandi aljóða kapping, ”bara” tí at hann ikki tolir at hoyra meiningina hjá einum av sínum spælarum. Í veruleikanum revsar sami venjari ikki bert henda spælara, hann revsar øll tey í Føroyum, sum eru glað fyri og góð við hondbóltin. Eins og í øllum øðrum lívsins viðurskiftum er einki bara svart og hvítt. Og dialogurin er til fyri at verða brúktur. Tá so nevndin í Hondbóltssambandinum, HBS nú bráddliga broytir avgerðina hjá venjaranum og avtekur karantenur og loyvir umrødda spælara at vera við aftur á liðnum, so er hetta í veruleikanum ein ordans lúsingur til venjaran. Tað er í hvussu er logikkur at ressonera so. Spurningurin er tí, hvussu lætt tað verður hjá venjaranum at halda fram í starvinum.
Vit ynskja okkara landsliði alt tað besta, og vit vóna eisini, at umrødda umstoytta avgerð kann geva liðnum nýggja styrki og harvið vinna Føroyum virðing aftur. Hondbóltur er vorðin ein so mikið vælumtókt ítrótt, at agg, yvirreagering og væntandi dialogur má ikki sleppa at stýra allari gongdini. Er nakað farið skeivt fram má og skal dialogurin verða fremsta málið, og tað sýnist í hvussu er nevndin í HBS at hava tikið til eftirtektar. Tað kann heldur ikki vera serliga hugaligt hjá teimum, sum fíggjarliga vilja halda lív í hesum landsliði, at vit ikki stilla upp við sterkastu manning. Vónandi hava øll í hesum máli lært av hesum. Koyr á Føroyar.