Í dag skipar HC Kvívík, sum er hondbóltsfelagið í Kvívík, fyri kapping í strandar-hondbólti.
Undirtøkan er avbera góð og har eru væl yvir 100 fólk á sandinum, bæði mannfólk og konufólk
Samstundis, sum kappingin er, hava skótarnir ymiskt at selja, eisini til tær stóru grillurnar, tey hava sett upp og tendrað á sandinum.
Okkurt fæst eisini at sløkkja tostan við, eisini til tey vaksnu.
Og líkindini eru av tí allarbestu, brennisól og blikalogn.
Kappingin væntast at vara til klokkan 20 í kvøld.
So frægt, vit vita, er hetta fyrstu ferð, at tey hava slíka kapping í landinum, men fyrireikararnir siga, at tað hevur eydnast so væl, at tað verður uttan iva endurtikið.