Eftir at landskappingarnar í hondbólti byrjaðu í ár, vera aftur tríggir dystir leiktir í dag.
Kyndilsfólk fara til Klaksvíkar og kollfirðingar koma til Havnar í dag.
Skráin er soleiðis:
SMS Kvinnur:
15.00: Stjørnan - Kyndil, KÍ-høllin
Burn Menn:
16.00 Neistin - KÍF, Høllin á Hálsi
17.00 Team Klaksvík - Kyndil, Klaksvíkar Badmintonhøll
Kappingarárið byrjaði í gjár við tveimum brakum í Vestmanna, har bæði VÍF-kvinnur og menn vunnu teprar og spennandi sigrar á StÍF. Ávikavist 30-27 og 28-26.
Í Havn vunnu neistakvinnur 26-16 á VB.