Hondbóltur, menn: H71 dragnar

StÍF vann 30-28. Hálvleiksstøðan var 16-15 til heimaliðið.

 

Liðini togaðust so at siga allatíðina, men StÍF hevði munin í løtum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki vóru hoyvíkingarnir hinvegin á odda við trimum málum, men strandingarnir vunnu seg aftur í dystin.

 

Marius Joensen, StÍF, var toppskjútti. Hann skeyt 9 mál. Bogi Krossteig var toppskjútti hjá H71 við fimm málum.

 

VÍF greiddi sín setning, tá vestmenningar vitjaðu hjá botnproppinum Team Klaksvík. VÍF vann við fimm málum, 32-27.

 

Stigatalvan, Atlantic Airways-deildin:

 

1. Neistin ? 15 dystir, 29 stig

2. KÍF ? 14 dystir, 19 stig

3. VÍF ? 15 dystir, 16 stig

4. Kyndil ? 15 dystir, 15 stig

5. H71 ? 13 dystir, 12 stig

6. StíF ? 15 dystir, 9 stig

7. Team Klaksvík ? 13 dystir, 0 stig