Hondbólturin byrjar við braki

Fyrstu dystirnir í hondbóltskappingunum hjá monnum og kvinnum verða spældir um vikuskiftið. Longu leygarkvøldið bresta VÍF og Kyndil saman í Vestmanna

Leygardagin kl. 18.00 verður fyrsti hondbóltsdysturin í nýggju landskappingini hjá monnum spældur. Dysturin verður í Vestmanna, og tað verða arvafíggindarnir VÍF og Kyndil, sum fara at bresta saman.
Hesi liðini hava seinnu árini verið harðir kappingarneytar í toppinum, og leygardagin fæst fyrsta ábendingin um, hvussu liðini eru fyri í ár.
Sunnudagin verða tveir dystir í Atlantic Airways kappingini, sum landskappingin hjá monnum verður rópt. Tá fara Neistin og StÍF at spæla í høllini á Hálsi í Havn, og í Hoyvíkshøllini spæla H71 og KÍF.
Hondbóltssambandið hevur sent fyrstu trý umførini í landskappingini út, og í øðrum umfarinum 14. og 15. oktober verða dystirnir hesir: KÍF-Neistin, StÍF-VÍF og Kyndil H71. Í triðja umfari 29. oktober verður spælt soleiðis: H71-StÍF, KÍF-Kyndil og VÍF-Neistin.
 
Kvinnurnar byrja eisini
Sunnudagin verður fyrsti dysturin í kvinnudeildini, og hann verður spældur í Havn. Neistin tekur ímóti StÍF.
Søljan hevur tikið sítt lið úr fremstu kvinnudeildini, og tí eru bert fimm lið eftir í kappingini  Stjørnan, Neistin, VB, StÍF og Kyndil.
Tann 14. oktober spæla meistararnir úr Stjørnuni fyrsta dystin, og hann verður á útivølli ímóti StÍF. Dagin eftir spæla Kyndil og VB í Havn. Tann 29. oktober verða tveir dystir á skránni. Tey bæði fremstu liðini í fjør, Stjørnan og Neistin, spæla í Klaksvík, og í Vági spæla VB og StÍF.