Kvinnulandsliðið skal í juni spæla við í síni EM-undankapping nakrantíð. Talan er um eina undan-undankapping, har Føroyar koma í bólk saman við tveimum øðrum londum, og vinnarin í bólkinum sleppur við til sjálva EM-undankappingina.
Tað kunngjørdi Hondbóltssamband Føroya á tíðindafundi í ÍSF-húsinum í Havn í morgun, tá sáttmáli eisini varð gjørdur við Andreas F. Hansen og Harald Bjøgvin um at vera landsliðsvenjarar hjá kvinnunum.
Enn er ikki greitt, hvørjum londum, Føroyar møta, tí tað lutakastið verður ikki fyrr enn fyrrapartin í morgin. Men greitt er, at Føroyar kunnu koma í bólk saman við Finnlandi, Aserbaidjan, Ísrael ella Bulgaria.