Av teimum seks mansliðunum, sum spæla í bestu hondbóltsdeildini eru fimm úr Streymoynni og eitt úr Eysturoy. Norðoyingar, vágamenn og suðroyingar hava einki manslið í hondbólti, og á fleiri av hesum støðum er øskukalt á tí økinum.
Hjá kvinnum er støðan væl betri, tí bæði klaksvíkingar og vágbingar hava kvinnulið við í bestu deildini, men sum heild er talan um ein trupulleika, sum Hondbóltssambandið er sinnað at verða við til at loysa.
Vit hava tosað rættiliga nógv um trupulleikarnar hjá serliga manshondbóltinum kring landið, men tað er eingin einføld grund fyri, at so er. Tað eru nógvar ymsar umstøður sum gera seg galdandi, og tað er heldur ikki lætt at fáa gongd í aftur, sigur Petur Ove Petersen, formaður í Hondbóltssambandinum.
Men HSF ætlar sær ikki bara at standa og hyggja at, og í løtuni verður eitt átak, sum skal fara fram kring landið, lagt til rættis.
11 fólk koma frá donskum venjaraskúla
Í januar mánaði koma fólk frá Ålborg Træner Skole til Føroya at vitja, og ætlanin er, at hesi fólk skulu arbeiða í feløgunum kring landið í eina tíð.
Tað verða 9 lesandi og tveir lærarar sum verða í ferðalagnum, og tey steðga í Føroyum í tvær vikur.
Tey fara at býta seg upp í fýra bólkar, sum so fara í feløgini at arbeiða í eina viku. Eftir fyrru vikuna verður skift til onnur feløg.
Hondbóltssambandið ætlar í hesum sambandi at greiða feløgunum frá átakinum, og fáa tey til at geva boð um tey eru áhugað at fáa vitjan av einum bólki.
Vit kunnu geva feløgunum møguleikan til eina slíka vitjan og annars skapa umstøður, men fólk úti í feløgunum mugu sjálvi vísa, at tey hava hug til at vera við í hesum átakinum, og at tey annars hava hug at verða við til at lyfta hondbóltin, sigur Petur Ove Petersen, formaður í HSF.
Hondbóltssambandið skipar í vetur fyri venjara- og dómaraskeiðum. Seinasta vikuskiftið var skeið fyri ungdómsvenjarar og heili 30 fólk vóru á skeiðnum.
Sæst aftur hjá ungdómslandsliðunum
At støðan er sum hon er í hondbóltinum, og at nógv størsti aktiviteturin er í Streymoynni og Eysturoynni, sæst eisini hjá ungdómslandsliðunum, sum eru farin undir sínar venjingar (les meiri um hetta á næstu síðu).
Tá vit bóðu feløgini um at enda spælarar til landsliðini, vónaðu vit, at spælarar fóru at koma ú røllum landinum, men vit mugu bara ásannað, at nógv tann størsti parturin kemur úr Havn, Vestmanna, Kollafirði og úr Eysturoynni, sigur Petur Ove Petersen.
Men vit vóna, at arbeiðið við ungdómslandsliðunum fer at geva úrslit sum frá líður, og at feløg kring alt landið kunnu fáa gleði av hesum arbeiði.