Hornkonsertir um vikukskiftið

Havnar Hornorkestur hevur konsertir í Løkshøll og á Læraraskúlanum um vikuskiftið

 

 

Fyrra konsertir verður í Løkshøll fríggjakvøldið klokkan 20, og tann seinna verður leygardagin klokkan 15 í Læraraskúlahøllini í Havn. Talan er um regluligu heystkonsertirnar hjá orkestrinum, áðrenn farið verður undir jólatónleikin í desember mánaði.

 

Hesaferð verður farið rættiliga langt aftur í tíðina við tí tónleikinum, sum spældur verður. Høvuðsparturin av tónleikinum verður nevniliga opera- og operettu-ouverturur. Orkestrið spælir ouvertururnar til La gazza ladra av Rossini, Nabucco av Verdi og til operettuna Yrkjari og Bóndi av Franz von Suppé. Eisini spælir orkestrið ballet-tónleik úr William Tell av Rossini. Harumframt spælir orkestrið eina útseting av kenda sanginum O Sole Mio, har Ernst Remmel er solistur á kornet, og eitt stutt stykki av Ron Goodwin, sum eitur Headless Horseman.