Grímur Grímsson, kanningarleiðari, vil framvegis ikki siga, hvørt íslendska løgreglan heldur, at nakað brotsverk er framt móti Birnu Brjánsdóttir, sum hevur verið horvin síðani leygarmorgunin.
Tríggir av manningini umborð á Polar Nanoq eru tó handtiknir og vóru avhoyrdir í morgun. Teir eru tó ikki skuldsettir fyri nakað enn, men hava rættarstøðu sum menn undir illgruna. Eftir at Polar Nanoq kom til Hafnafjarðar í gjárkvøldið, fór løgreglan manssterk umborð á trolaran at kanna skipið. Sambært RÚV eru hesar kanningarnar lidnar, umframt at løgreglan hevur tosað við aðrar av manningini. Eingin annar er tó undir illgruna fyri nakað í samband við málið.
Tveir teirra vóru handtiknir beint eftir miðdagsleitið, og tí má avgerð um varðhaldsfongsling takast áðrenn klokkan eitt seinnapartin. Triðji maðurin varð handtikin í gjárkvøldið.
16 løgreglubilar stóðu fyri Polar Nanoq, tá hann legði at bryggju beint eftir klokkan ellivu í gjárkvøldið. Hálvan tíma seinni fóru 18 løgreglufólk umborð á skipið.
Samstundis sum løgreglan ger kanningar í málinum, leita bjargingarfólk framvegis eftir Birnu Brjánsdóttir ymsa staðni á Reykjavíkarleiðini. Kavað hevur eisini verið á Hafnarfirði eftir gentuni.
Nógv fólk vóru á bryggjuni, tá Polar Nanoq legði at landi í gjárkvøldið. Nógv fylktust eisini uttan fyri løgreglustøðina, tá menninir vóru koyrdir hagar. Málið hevur vakt miklan ans millum íslendingar og nógv hava tikið lut í leitingararbeiðinum eftir Birnu Brjánsdóttir.
Løgreglan hevur fingið atgongd til telefonupplýsingarnar hjá Birnu Brjánsdóttir, umframt atgongd til onkrar av sosialu miðlum hennara. Har var einki virksemi á teimum.