Var við ferðafólki eitt leygarkvøld og royndi teirra ”kalda borð”. Hetta var fyrstu ferð tey royndu hetta, so væntast kundi,at onkrir byrjunartrupulleikar fóru at stinga seg upp. Men vit løgdu ikki merki til nakað sum helst. Og vóru nakrir trupulleikar so legði ongin teir til merkis, so blíð og fyrikomandi vóru bæði vertir og starvsfólk.
Borðreitt var við nógvum og góðum mati, heimagjørt meginparturin, og tað smakkaði framúr væl.
Av onkrum forkunnugum kann nevnast:skerpikjøt, heimagjørd rullupylsa, lambskjøt,turrur fiskur,turt tvøst og gott spik, ymisk sløg av sild, heitir rættir og mangt annað, you name it. Alt í alt eitt frálíkt borð.
Mínir gestir vóru sera væl nøgdir, og tá eg fór og spurdi aðrar gestir, ið har vóru, var svarið allastaðni tað sama:”hetta er frálíkt”
Alt tykist eisini at vera í góðum standi og sera reint og nossligt.
Kømur og sengur eru í góðum standi við góðum baðimøguleikum.
Og so sum rosinan í pylsuendanum: tað framúr góða útsýni eystur í hav, oman á mølina, suður gjøgnum Sundalagiðm, og yvir øllum lyftir seg Slættaritindur,hábærsligur og veldugur.
Les ikki bara um tað, ROYN TAÐ.