Hotell-drápið í Íslandi: Løgreglan lagt hald á knív

Varðhaldsfongslingin av fronsku kvinnuni í Reykjavík, sum er undir illgruna fyri dráp av manni og dóttur, er fyribils longd til 4. juli

 

Soleiðis, sum vit hoyrdu herfyri, vórðu tvey fólk funnin deyð á íslendska Edition-hotellinum í Reykjavík seinasta vikuskiftið. Ein triði persónur á hotellkamarinum, sum eisini var álvarsliga løstaður, var fluttur á sjúkrahús til viðgerðar. 

 

Íslendska løgreglan sigur, at tað vóru eini fronsk hjún, sum saman við einari dóttur høvdu leigað seg inn á hotellið, og løgreglan heldur, at tað er kvinnan, sum er á lívi, ið hevur dripið hini bæði, mannin og dóttrina, við knívi.

 

Íslendska kringvarpið RUV visti at siga, at øll trý høvdu stunguskaðar, og tað vóru starvsfólk  á hotellinum, sum boðsendu løgregluna, tí tey stúrdu fyri, at okkurt ræðuligt varð hent um náttina.

 

RUV visti at siga, at franska familjan hevði bókað tilsamans seks nætur á hotellinum, og álvarsliga hendingin var farin fram á seinastu náttini, sum tey høvdu á hotellinum niðri við sjóvarmálan í Reykjavík.

 

Kvinnan varð varðhaldsfongslað, fyribils til í gjár, og tá málið kom fyri á nýggjum rættarfundi, gjørdi dómarin eftir áheitan frá løgregluni av at leingja varðhaldsfongslingina, fyribils fram til 4. juli, meðan kanningararbeiðið heldur fram.

 

Meðan kvinnan lá á sjúkrahúsi - eisini við knívsárum - var løgreglan um hana. Íslendska ríkisútvarpið veit at siga, at løgreglan hevur lagt hald á ein knív í málinum. 

 

Sambært RUV fær íslendska løgreglan hjálp úr Fraklandi og Írlandi í drápsmálinum. Familjan búði í Dublin, og íslendska ríkisútvarpið veit frá løgregluni at siga, at familjan ikki áður hevur verið í samband við løgregluna.

 

Kvinnan, sum situr varðhaldsfongslað í Íslandi, er skuldsett fyri dráp av manni og dóttur.