Hotellið er ov lítið

- Vit hava standard til 4 stjørnur, men av tí at vit ikki hava skeinkiloyvi fáa vit bert tríggjar.

- Men tað ætla vit okkum ikki at broyta uppá, sigur stjórin, Andreas Andreasen.

Tað er nógv at gera á Hotel Runavík mánamorgunin í hesi vikuni.
Uttanfyri síggjast bilar úr fleiri ymiskum londum  Føroyum, Danmark og Hollandi.
Serliga hetta seinasta landið er vorðið ein rættiliga áhugaverdur marknaður hjá hotellinum:
Ein góð marknaðarføring hevur nevniliga givið tað úrslit, at gestir úr Hollandi koma higar hvørja einastu viku nú í summar.
- Vit gjørdu eitt uppsøkjandi arbeiði og fingu fatur á eini ferðaskrivstovu í Hollandi. Og henda hevur gjørt eitt sera gott arbeiði fyri okkum, sigur hotellstjórin.
Úrslitið av hesum arbeiði er, at fólk í Hollandi, Belgien og Luxemburg í dag kenna hotellið í Runavík. Og í summar er avtalan hon, at teir senda eitt fast tal  í hesum føri 10 fólk við bilum - higar hvørja einastu viku.
Tá Andreas hyggur í kalendaran fyri teir komandi mánaðirnar, kann hann bara við einum brosi staðfesta: Øll kømrini eru upptikin restina av mánaðinum.
Tá vit vitjaðu á hotellinum mánadagin var nakað av fólki inni, men seinnapartin skuldu koma 20 fólk sum luttakarar á einum skeiði hjá kristna felagsskapinum Agape.
 
Fult hotel
Sum víst aðrastaðni á síðuni eru íalt 19 kømur við 37 sengrum á einasta hotellinum í sunnara parti av Eysturoynni.
Hóast hetta talið kann tykjast stórt í hesum økinum, so hevði hotelstjórin fegin kunnað ynskt sær at havt eini 10 til 15 kømur aftrat um summarið, tá flestu gestirnir vitja.
Í dag er støðan hon, at onkur hendinga song er at fáa í summar, men ikki í samanhangandi dagar.
- Vit hava tíverri verið noydd at siga nei til nógv fólk í seinastuni, av teirri einfaldu orsøk at hotellið er fult.
- Vit hava ístaðin víst teimum til hotellini í Klaksvík, Eiði og aðrastaðni, sigur Andreas.
Hagtølini fyri gistingar og virksemið annars á hotellinum vísa, at tað er framgongd í mun til í fjør.
Í dag koma millum 30 og 100 fólk til døgurða á hotellinum, meðan talið liggur um 80 ein vanligan sunnudag.
 
Hækka støðið
Tað eru nú gingnir 15 mánaðir síðani Andreas gjørdist stjóri. Hann hevur hesa tíðina framt ymiskar broytingar soleiðis at støðið á hotellinum er hækkað.
Eitt av hesum arbeiðum er m.a. at marknaðarføra hetta gistingarstaðið, sum áður bar heitið Sjómansheimið í Runavík, men sum síðani hevur broytt navn til Hotel Runavík. Ein partur av hesi marknaðarføring er gjørdur umvegis heimasíðuna hjá hotellinum, sum hevur verið væl vitjað.
Ein partur av hesi marknaðarføringini hevur verið snøgt sagt at hækka støðið á teimum tilboðum, sum teim vitjandi standa í boði:
Í matstovuni er altíð dagsins rættur, og sum verður kunngjørdur hvønn morgun millum sendingarnar á Rás 2. Eisini ber til at bíleggja mat eftir matarskránni.
Hinvegin hava nógvar fyritøkur og onnur nýtt frálíka og framkomna møguleikan at hava skeiðir á hotellinum.
So seint sum í farnu viku varð hildin ein stórur vinnudagur á Hotel Runavík. Og sum skilst vóru luttakararnir sera væl nøgdir við umstøðurnar og ikki minst við tann matin, sum borðreiddur  var teimum.
- Jú, vit hava góðar vónir fyri framtíðina, sigur Andreas Andreasen.
 
 
 

  
FAKTA
Hotel Runavík
Hotellið hevur 14 dupultrúm, 4 einkultrúm og eina suitu. Øll rúm hava sjónvarp, bað og telefon.
Matstovan bjóðar middagsbuffet og náttverða hvønn dag.
Opið er hvønn dag til kl. 22
Átta fulltíðarstørv eru á hotellinum um summarið.