Hovstunnilin verður klárur hálvan september

Eftir ætlan fer íslendska byggifelagið, Ístak, at handa Landsverk tunnilin millum Hov og Tjaldavík 31. august, og væntandi verður latið upp fyri almennari ferðslu um hálvan september. Nú er komið so mikið langt við Hovstunlinum, at byggifelagið Ístak hevur sett dag á at handa Landsverk tunnilin. Hetta verður 31. august.

Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverk, váttar, at tunnilin helst verður handaður hendan dagin, men sigur, at tað sjálvandi veldst um eina meting frá Landsverk, um arbeiðið tá er komið so mikið langt, at tunnilin kann handast tá.

Hetta merkir heldur ikki, at latið verður upp fyri almennari ferðslu tá, tí tað vil altið vera snøklar eftir, sum skulu gerast.

- Tað ber ikki til at áseta dagin, nær suðringar sleppa at brúka tunnilin, men mítt boð er, at hetta verður hálvan september, sigur Oyvindur Brimnes.