Vit hava jú hoyrt, at ongi rættindi í sambandi við arbeiðseftirlit fevna um næmingarnar, bert um starvsfólkini. Hetta er púra skilaleyst, og ikki minst rættiliga pínligt at hugsa sær, at einir 500 næmingar als ikki hava nakra trygd um arbeiðskarmar, bara tí tey eru ung fólk.
The Blame Game
Nú tað skemtiliga er hent, at politikarar eru farnir at geva lærarunum í Hoydølum skyldina fyri, at ongin loysn er funnin í málinum um skúlan í Hoydølum, so kenna hesir als ikki sína uppgávu. Vita politikarar ikki, at tað eru teir, ið avgera, hvar, hvussu og nær ein skúli skal byggjast? Álvaratos, vita teir ikki, at teir hava bjóðað seg fram til at taka avgerðir, um tær eru populerar ella ikki? Teir kunnu velja at lurta eftir avvarðandi fólki, í hesum føri lærarum og/ella leiðslu á staðnum, og taka hesar hugsanir við, tá málið skal avgerast. Ella teir kunnu bara lata vera - annað er ikki í hesum máli. Um politikarar lata slíkt mál fella aftur á lærararnar, so er tað í ryggloysi og dugnaloysi, onki annað. At geva øðrum skyldina og vaska sínar hendur, tað er at leggja handklæðið í ringin.
Skúli er arbeiðspláss
Almennu Føroyar eiga í stundini at taka skúla og ung fólk í álvara og virða bæði børn og ung. Og politikarar, kommunalpolitikarar eins og landspolitikarar, skulu fata, at skúli er eitt starvsstað, tað er ikki bara ein kassi, har tú stappar børn og ung inn um dagin, meðan foreldrini eru til arbeiðis. Nei, skúli er eitt arbeiðspláss, kanska tað týdningarmesta arbeiðsplássið, ið er, tí her verða allir lunnar lagdir undir nútíðar- og framtíðarætlanir Føroya.
Nýggjan skúla ongantíð ov skjótt
Eftir at hava starvast í Hoydølum í sjey ár, so veit eg, at standurin er veruliga so ringur, sum tey ungu vísa á, ja kanska verri. Tí tað er í veruleikanum ilt at síggja, hvussu óarbeiðsligt eitt inniumhvørvi ella ein skúli er. Og hóast lærararnir royna hvønn dag, sum Kári Mortensen í skilagóðari grein vísti á, so er skúlin bara fullkomuliga óegnaður til dagligt. At næmingarnir fáa góð úrslit er bara lærarunum fyri at takka; tí inni í skúlanum er alt ov lítið, ov trongt, ov heitt og bara óegnað. Og bara so óinspirerandi. So onki annað er at gera enn at játta nýggjan skúla í stundini.
Ungdómurin er íløga
Tað er ikki ilt at gita, hvat ein reiðari mundi gjørt, um hann kom til hasa niðurstøðuna um skip sítt. Men politikararnir geva lærarunum skyldina, seta niður nevndir, gera uppskot, tosa ella gera teir als onki.
Vit mugu fata, at skúli og ungdómur eru ikki útreiðslur, men íløgur. Og hesar íløgur hava vit ikki ráð at lata vera við at invistera í, so einfalt er tað.