Hoyr Claus taka samanum báðar grannauppgerðirnar

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr Trónd Arge og Claus Rasmussen taka samanum báðar dystirnar millum Neistan og Kyndil

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samanumtøkuna, sum Tróndur Arge og Claus Rasmussen høvdu á Rás2, tá mansdysturin millum Neistan og Kyndil var liðugur.

 

Claus Rasmussen heldur, at kyndilsmenn kunnu koma langt við núverandi spæli, har teir spæla disiplinerað, og ikki fáa so nógvar útvísingar, sum mangan fyrr hava kostað kyndilsmonnum dýrt. Claus heldur, at Kyndil hevur spælararnar til at liggja í oddinum, og nú hava teir so avgjørt ein møguleika at fara framvið VÍF mikukvøldið.

 

Claus Rasmussen staðfestir, at tað hevði stóran týdning fyri neistakvinnur at vinna á Kyndli, og við einum fyrsta plássi í grundspælinum kunnu neistakvinnur fáa bæði ein ítróttarligan og ein fíggjarligan fyrimun, ikki minst um talan verður eina triðju FM-finalu á heimavølli.