TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Fótbóltspanelið", ið var send á FM1 seinnapartin.
Tróndur Arge hevði mannað eitt fótbóltspanel í Valetta á Malta. Leivur Frederiksen (KVF) og Agnar Prestá (Portalurin) vóru gestir hjá Tróndi Arge.
Hugt var nærri at landsliðdystinum móti Malta, sum verður í morgin. Hvør skal byrja?, hvussu skulu vit spæla og hvat kunnu vit vænta okkum? Eisini verður hugt nærri at framtíðini hjá Lars Olsen, sum er farin í holt við sína seinastu setu við hesum sáttmálanum.
Malta og Føroyar spæla klokkan 17 í morgin. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Byrjað verður við upptakt klokkan 16.
Aftaná dystin verður sendingin "Triði Hálvleikur" á FM1, har fyrst verður prátað við spælarar og venjara hjá føroyska landsliðnum.