Hoyr sigursmálið og sigursmálskjúttan hjá HB (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu Ari Mohr Olsen tryggjaði HB sigurin í Klaksvík, og hoyr hann seta orð á góða sigurin ímóti KÍ

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge á FM1 av sigursmálinum Ari Mohr Olsen skoraði fyri HB ímóti KÍ norðuri í Klaksvík í kvøld, tá HB vann 1-0 á KÍ í oddauppgerðini. Rógvi Jacobsen var viðmerkjari.


2) Hoyr dystarendan, og hoyr Trónd Arge saman við viðmerkjaranum, Rógva Jacobsen taka samanum dystin. Rógvi Jacobsen heldur, at tað var ikki fyrrenn seinastu 20 minuttirnar, at KÍ kom fyri seg, og byrjaði veruliga at trýsta HB. 


3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis við Ara Mohr Olsen á FM1. 

 

Tað hevur tikið sína tíð hjá Ara Mohr Olsen at koma í gongd við málskjótingina, men nú hevur hann skorað tveir dystir á rað. Ari Mohr Olsen heldur skemtiliga fyri, at nú fer hann at yvirhála Adrian Justinussen á listanum yvir toppskjúttar í Betrideildini. 

 

Ari Mohr Olsen vísir á, at enntá í teimum stóru deildunum eru tað spælarar sum renna seg í ein málturk. 

 

Ari Mohr Olsen heldur, at tað var stórt at spæla ein slíkan dyst á Summarfestivalinum frammanfyri 2.500 áskoðarum, og hann vónar, at áskoðararnir fingu ein góðan dyst at hyggja eftir. 

 

Ari Mohr Olsen slær fast, at tað er altíð deiligt at vinna á KÍ norðuri í Klaksvík. 

 

Samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Bjartalíð hjá KÍ, og Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjara hjá KÍ hoyrast HER