Hoyvíkingar iðraðu seg

H71 átti allar trumfirnar til at avgera dystin móti Neistanum, men teir spældu ikki kortini rætt, og tí kundi Neistin at enda taka stikkið heim

 

Neistin-H71 28-27 (13-15)


Hondbóltur


Tað vóru tvey lið í kreppu, sum fóru á vøllin í Ítróttahøllini á Hálsi sunundagin. Hvørki hjá Neistanum ella hjá H71 hevur riggað nakað serligt seinastu tíðina, og fyri bæði var tað tí avgerandi, at okkurt fekst burtur úr í dystinum sunnudagin.


Eingin Jacob

Umframt at Neistin hevur havt tað trupult seinastu tíðina, so var liðið eisini rættiliga skert undan hesi uppgávuni. Jacob Jónsson, sum í fleiri dystum hevur verið størsta álitið hjá liðnum, var sjúkur heima við hús, og tí skuldi Neistin klára seg uttan hansara hjálp í týdningarmikla dystinum.

Tað var skjótt greitt, at tað heldur skuldi vera stríðsvilji enn vakurt spæl, sum skuldi tryggja øðrum liðinum sigurin, og fyrstu longu løtuna gekk sera javnt á. Seinastu løtuna undan steðginum fekk H71 tó togað seg nakað burtur frá, og vóru teir tvey mál framman fyri, tá farið varð til hálvleiks.

Beinan vegin í seinna hálvleiki høvdu hoyvíkingarnir eisini møguleikan at økja enn meira um leiðsluna, men onkursvegna megnaðu teir at misnýta tvey brotskøst, og ístaðin var tað nú neistaliðið, sum tók alt meira yvir.

Teior bláu vunnu seg eisini fram um hoyvíkingarnar, og tá best stóð til hjá teimum, var munurin niður upp á trý mál. Hoyvíkingar megnaðu tó enn einaferð at svara aftur, og fáar minuttir fyri leiklok eydnaðist teimum aftur at fáa leiðsluna. Neistin svaraði enn einaferð aftur, og komu framum, men tá var líkt til, at H71 fekk ein avgerandi fyrimun. Tað eydnaðist tó ikki við seks móti fimm ? seinni við fimm móti fýra ? at skora hjá hoyvíkingunum, og fegnir kundu neistamenninr ásanna, at teir høvdu fingið tvey stig burturúr, tá dómararnir høvdu floytað fyri seinastu ferð.


Vónbrotin

Eftir dystin var tað ein vónbrotin liðskipari hjá H71, sum vit fingu orðið á.

- Eg haldi so avgjørt, at eg tosi fyri allar, tá eg sigi okkum vera ótrúliga vónsviknar um, at tað ikki eydnaðist okkum at vinna dystin. Vit hava allar møguleikar, og ikki minst, tá vit brenna hasi brotskøstini tíðliga í seinna hálvleiki. Høvdu vit økt upp í fimm mál tá, soleiðis sum møguleikin var til, ivist eg ikki í, at teir høvdu knekkað. Ístaðin sleppa teir inn aftur í dystin, og fara fram um okkum. Vit megna tó eisini at koma aftur, men seinastu løtuna skulu vit gera okkum dælt av yvirtalinum, men tað gekk so heldur ikki, sigur ein dapur Halgir Dahl Olesen.

Tá sæð verður burtur frá sjálvum úrslitinum, so helt Halgir tó, at onkur ljóspunkt vóru í dystinum.

- Í mun til seinast, eru vit nógv betri við, og allir leikararnir virkaðu eisini sera uppsettir í dag. Tað vísur seg bara ofta, at vit duga ikki at hava eina leiðslu, og tað hava vit so als ikki ráð til í einum slíkum dysti, sigur toppskjúttin í føroysku landskappingini at enda.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Neistin: Ári Rouch 8(2), Áki Mørk 7(1), Kári Mortensen 4, Helgi Justinussen 3, Rune Møller 2, Ræni Slættanes 2, Karl O. Rasmussen

H71: Halgir Dahl Olesen 13(5), Johnny Durhuus 3, Hallur Danielsen 3, Rene Dahl Olesen 2, Anfinn N. Debes 2, Agnar Højgaard 2, Olaf Vestergaard 2

Brotskøst: Neistin 3, H71 7

Útvísingar: Neistin 4, H71 7

Dómarar úr StÍF: Pole Hansen og Justinus Justinussen