1. deild menn:
Neistin-H71 21-28 (9-14)
Eftir ósigurin á StÍF seinasta vikuskiftið fótaðu hoyvíkingar sær aftur, tá teir leygardagin spældu grannadyst ímóti botnliðnum Neistanum.
Neistin kláraði bara at fylgja rættiliga við H71 í fyrsta partinum av dystinum, tá teir vóru á odda, men tá H71 fór fram um miðskeiðis í fyrra hálvleiki, fekk Neistin ongantíð aftur fatur á H71.
Seinasta partin av fyrra hálvleiki økti H71 um leiðsluna, so hon var fimm mál í hálvleikinum, og hóast Neistin beinanvegin eftir steðgin togaði seg nakað innaftur á H71, gjørdi tað ikki mun. Tá átta minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki var støðan 17-14 til H71, men 10 minuttir seinni hevði H71 økt til 25-16, og harfrá var eingin vegur aftur. Seinastu minuttirnar helt H71 tørn og endaliga úrslitið var 28-21.
H71 er nærmasti kappingarneytin hjá oddaliðnum VÍF, og næsta vikuskiftið spæla hesi lið ímóti hvørjum øðrum í Vestmanna. Neistin er aftast í deildini.