Mike Huclabee ætlar at bjóða sær til at stilla upp sum varaforseti hjá John McCain -Eg vil fegin vera varaforsetavalevni hjá John Mc Cain, sigur Mike Huckabee í samrøðu við sjónvarpið NBC.
Huckabee royndi sjálvur at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum, men gavst. Tá hevði hann vunnið uppstillingina í átta statum.
Við NBC sigur hann, at Mc Cain eigur nú at taka støðu til, hvønn hann vil hava afturat at sær sum varaforsetavalevni í novembur.