Vár yvirlitstrolingin á Føroyabanka er liðug, og 27 av 29 hálum vórðu tikin.
Havstovan sigur, at meira var at fáa av toski í vár enn seinastu árini, men stovnurin leggur aftrat, at hetta komst av tveimum góðum hálum á túrinum.
- Magnus Heinason gjørdi eisini eina yvirlitstroling í september í fjør, og hon vísti metlága nøgd av toski.
Tað er tí ógreitt, heldur Havstovan, um toskurin á Føroyabanka er í menning ella ikki, men tað kemur yvirlitstrolingin í september í ár vónandi at geva eina ábending um.
- Fyribilsúrslitini eru, at tað var meira av toski at fáa nú enn vanligt hevur verið eftir 2006. Tó var lítið at fáa í mun til árini 1996 til 2003.
Havstovan sigur, at lítið var at fáa av hýsu, tó var nakað av smáari hýsu, og veiðan av upsa var sum vanligt seinnu árini.
Lagt verður aftrat, at magakanningarnar vístu, at meira var til av bæði smáari og stórari (gýtandi) nebbasild enn vanligt hevur verið seinastu árini.
- Nøgdin av krabbadýrum í toska- og hýsumagum var framvegis lítil í mun til onnur ár, sigur Havstovan.