Hugburður til fólkavøkstur í Føroyum avger hvar eg seti mín kross

Opið bræv til øll valevni til løgtingsvalið

Nú løgtingsval stendur fyri durum skal eg til íblástur til øll valevni hervið lýsa fortreytirnar fyri míni atkvøðu. Eg ætli mær at stemma upp á tann persón ella flokk, ið best kann sannføra meg um, hvat viðkomandi fer at gera við spurningin um fólkavøkstur í Føroyum. Vit útflyta sum er okkara ungdóm í stórum tali, uttan at skapa eitt samfelag, flestu teirra ynskja at venda aftur til. Í mun til hesa avbjóðing eru allir aðrir samfelagsspurningar eftir mínum tykki í longdini spurningar av minni týdningi.
Tað skal verða sagt beinanvegin, at óítøkiligur retorikkur um, at tann og tann flokkur ella valevni ætlar at virka fyri tí og tí, fer ikki at ávirka mína atkvøðu. Tað er bert dirvi og ítøkilig munandi tiltøk beinanvegin, sum kann ávirka meg í so máta.
Eg eri givin við at velja eftir høgra/vinstra, loysing/samband, kristilig/verðsligt í mun til løgtingsval. Av tí at eingin blokkpolitikkur verður førdur í Føroyum, havi eg sum veljari ongan kjans at vita, hvat mín atkvøða fer at verða brúkt til. Tá tað samstundis kann staðfestast, at lítil og eingin floksdisiplin er á tingi, og at tað er 10-20% møguleiki fyri, at ein valdur løgtingslimur skiftir flokk ella stovnar egnan flokk í valtíðarskeiðnum, so er størri møguleiki at forútsíggja, hvørji tølini verða í V4 leygardagin, enn at vita hvat mín atkvøða fer at verða brúkt til eftir løgtingsvalið.
Mín atkvøða er tí púrasta leys. Tann politikari, sum klárar at sannføra meg um, at viðkomandi veruliga hevur skilt avbjóðingina um fólkavøkstur í Føroyum, og ítøkiliga vísir á sannlíkar møguleikar at betra munandi um hesa avbjóðing, fær mína atkvøðu.
Sum búskaparfrøðingar og onnur hava víst á í nøkur ár, so eru Føroyar á vandakós – vit verða við núverandi kós avtoftaðar eins og Hetland og nógvir aðrir útjaðarar hava upplivað síðstu áratíggini. Yvirskipað og foreinklað er myndin hendan: Uttan fólkavøkstur verður eingin búskaparvøkstur. Uttan búskaparvøkstur verður eingin trivnaður. Uttan trivnað verða eingi fólk eftir í landinum.
Fleiri kanningar eru longu gjørdar, sum vísa, hvat skal til fyri at minka um fráflytingina og vaksa um tilflytingina. Sum tað t. d. sæst í faldaranum »Eg vil so fegin hava, at børnini læra føroyskt« hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi, so eru tað yvirskipaðir grundleggjandi spurningar sum arbeiðsmøguleikar, lagaligir bústaðarmøguleikar, framhaldsútbúgvingar í Føroyum, sosialar veitingar umframt eitt meiri búgvið og forútsigiligt løgting, sum hava størst týdning í hesum sambandi. Hagtølini til júst hesa kanning byggja á tøl, sum Danmarks Statistik hevur fingið til vega millum føroyingar búsitandi í Danmark, og er algongd við at googla heitið á faldaranum.

Her eru nøkur víðgongd men ítøkilig hugskot til íblástur:
gjørdar verða greiðar tvørpolitiskar langtíðarætlanir við tí fyri eyga at menna Føroyar og vaksa um talið í íbúgvum
sett verða ítøkilig vakstrarmál, t. d. at vit ynskja, at tað skulu búgva 70.000 fólk í Føroyum um 20 ár
sett verða ítøkilig mál fyri, at vit í Føroyum skulu seta á stovn 500 nýggj arbeiðspláss hvørt ár, gjarna við hjálp frá útlendskum fyritøkum og útlendskari arbeiðsmegi (har í millum sjálvandi føroyingum uttanlands)
sett verða ítøkilig mál fyri, at t.d. 400 nýggjar bústaðareindir verða gjørdar tøkar kring landið um árið, harav mugu helvtin verða somikið lagaligar, at fólk við minni inntøkugrundarlagi hava ráð at búgva í hesum bústaðareindum
vælferðarveitingarnar í Føroyum verða dagførdar við tí fyri eyga, at serliga láginntøkuhúsarhald við serligum tørvum hava ráð at liva eitt virðiligt lív í Føroyum
hildið verður á fram við at granska í og ítøkiliggera hvat skal til at minka um fráflytingina og vaksa um tilflytingina

Hví ikki blása lív aftur í Visión 2015 hugtakið, tó við tí broyting, at miðað verður nú eftir, at Føroyar, tá komandi valtíðarskeið er runnið, er verðins besta land (útjaðari) at liva í, mált í mun til, hvussu væl vit megna at venda nettofráflyting til nettotilflyting?
Onkur spyr sjálvandi, hvussu vit skulu fíggja alt hetta? Her er tað, at okkara politikarar, ið so fegnir vilja veljast inn á ting, koma inn í myndina. Tit verða vald at stýra og raðfesta vegna okkum veljarar. Tit eru undir okkum veljarum, ikki yvir okkum. Tykkara evni og vilji til at stýra og umraðfesta í mun til spurningin um fólka
vøkstur kemur eftir mínum tykki at vísa, hvør politikari hevur uppiborið at ráða fyri borgum. Allar broytingar kosta bæði so og so. Tað mátti tó verið betri at raðfest í dag, nú fólkatalið er stagnerað, enn at skula raðfesta um 4 ár, tá ið fólka talið sannlíkt er byrjað á glíðibreytini niður móti null.
Vónandi fær onkur annar veljari eisini íblástur av omanfyrinevndu tankum.

Hoyvík, 27. september 2011